Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Nakað av sól og yvirhøvur turt, men í løtum meira skýggjað.

Í nátt gongur hann niður í útsynning.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður hækkar í norðan. Hálvskýggjað og turt, kanska við sól ella sólglottum. Hitin millum 3 og 7 stig, í nátt niður umleið frostmarkið.