Fiskimannafelagið
 FRAMSÍÐA                           
 SKRIVSTOVAN                     
 SÁTTMÁLAR                        
 UMSÓKNARBLØÐ                 
 SAMLAGSTRYGGING            
 KONTUR Í PENINGASTOV.
 VIÐTØKUR FELAGSINS      
 STJÓRN FELAGSINS           
 FF BLAÐIÐ Í PDF            
 HVØNN RÆTT HEVUR TÚ     
 ÁRSFRÁGREIÐINGAR         
 HEIMASÍÐUR             


Skrivstovan er opin allar arbeiðsdagar frá kl. 9 til 16.

Adressa: Bryggjubakki 14-16
Postboks 58
FO-110 Tórshavn
Telefon: 31 15 69

Teldupostur: fo-fisk@olivant.fo

Í vikuskiftunum og um kvøldarnar fæst fatur á formanninum á tlf. 28 15 69




SÁTTMÁLAR




Heinta sáttmála við Føroya Reiðarafelag 2011 í PDF fílu . . .


Gamal sáttmáli frá 2008 við Føroya Reiðarafelag í PDF fílu . . .


Heinta sáttmála við Reiðarafelagið fyri Farmaskip í PDF fílu . . .



The Shipowners’ Association for Cargo Vessels, PDF file . . .





SÁTTMÁLI MILLUM FØROYA REIÐARAFELAG OG MANNINGARFELØGINI

1. Partur - Felagsreglur


§ 1. Almennar reglur
Hýring til fiskiskap fer fram eftir treytunum her niðanfyri og eftir reglunum í hini almennu lóggávu.

§ 2. Mynstring, uppsøgn og endurgjald
Reiðarin/skiparin tekur manningina umborð í Føroyum á heimstaði skipsins ella, har fólkið fær boð um at koma, tá túrur byrjar, og setir hana av har, tá túrur endar.
Stk. 2. Tænastan byrjar beinanvegin, sum mynstrað er. Er onki serstakt tilskilað við ámynstringina, er tænastan galdandi ein túr í senn.
Stk. 3. Fer skipið tó nýggjan túr við minni manning enn túrin frammanundan, skulu teir av manningini, sum ikki sleppa við aftur, fáa boð um hetta, beinanvegin komandi manning er sett. Tá farið verður avstað aftur við fullari manning, skal í minsta lagi tvær vikur áðrenn farið verður, ella so skjótt, hetta letur seg gera, boðast allari manningini frá, hvørt viðkomandi sleppur við ella ikki. Hesar reglur skulu eisini vera galdandi, tá skip verður lagt fyribils.

Áðrenn eitt ár í reiðarínum
Stk. 4. Hevur maður verið við skipi, og eru ikki onnur boð send honum innan 3 samdøgur aftaná, at túrur er av, kann hann rokna seg sum bidnan við aftur, um farið verður nýggjan túr hjá sama reiðarí.Stk. 5. Hevur maður lovað seg við skipi, og vil hann geva avboð, so skal hetta gerast í seinasta lagi 3 dagar - maskinmeistarar tó 7 dagar - áðrenn farið verður.

Stk. 6. Halda partarnir ikki skyldu sína smb. hesi grein til at geva avboð rættstundis, so skal reiðari, sum er ov seinur at geva avboð, rinda skiparanum eina samsýning, sum svarar til minstuløn í 3 mánaðir, 1. stýrimanni svarandi til minstuløn í 2 mánaðir, 2. stýrimanni svarandi til minstuløn í 1,5 mánaða, maskinmeistarunum svarandi til minstuløn í 2 mánaðir, 1. motorpassara svarandi til minstuløn í 2 mánaða, 2. motorpassara svarandi til 1,5 mánaða, kokkinum mánaðargjald svarandi til kr. 15.500,00 í 1,5 mánaða og restina av dekkarunum mánaðargjald svarandi kr. 15.500,00 í 1 mánaða. Tað verður ikki roknað frítíðarløn av upphæddunum.

Stk. 7. Maður, sum gevur avboð ov seint, skal rinda reiðaranum í samsýning upphædd, ið er hálvt so stór sum tað, reiðarin skal rinda.

Eitt ár og meira í reiðarínum
Stk. 8. Skipari og manning hava rætt til:
• 1 mánaða uppsagnarfreist, tá viðkomandi hevur verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í eitt ár.
• 2 mánaða uppsagnarfreist, tá ið viðkomandi hevur verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í tvey ár.
• Um skipið, maskinmeistari/fiskimaður hevur verið við, verður selt øðrum eigara, og maskinmeistari/fiskimaður heldur fram hjá nýggju eigarunum, verður hann at varðveita sína støðu hvat uppsøgn viðvíkur.
Sama er galdandi fyri skipara og manning mótvegis reiðarínum, tó verður uppsagnarfreistin í mesta lagi 1 mánaður.
Stk. 9. Tá reiðari/skipari ynskir at siga manni upp eigur hetta at verða gjørt skrivligt.
Stk. 10. Við samanhangandi skilst, at maður ikki hevur verið mynstraður við øðrum reiðarí/skipi í millumliggjandi tíð.
Stk. 10 (FF) Við samnahangandi skilst, at mðaur eftir ásetta frítíð/frítúr/-túrar er tøkur at fara við aftur.
Stk. 11. Liggur skipið, fiskimaður vanliga ger tænastu á, og hann fer við skipi hjá øðrum reiðarí ímeðan, telur hetta tíðarskeiðið ikki við í uppsagnarfreistini. Fiskimaður skal tó vera tøkur, tá skipið fer aftur til fiskiskap.
Stk. 12. Vísir reiðaríið skipara ella einum av manningini burtur uttan grund, skal reiðaríið gjalda løn í uppsagnartíðini svarandi til minstuløn x partsbýti í sáttmálanum. Sama er galdandi mótvegis reiðarínum, um skipari ella ein av manningini av órøttum fer av skipinum, tó er uppsagnarfreistin bert ein mánaður, tá viðkomandi hevur verið minst 1 ár mynstraður við skipinum/í reiðarínum. Um skip kemur fyri óhappi og av hesi orsøk ikki fer í vinnu aftur, kann reiðari mótrokna inntøkutapstrygging hjá manningini í skyldugari uppsagnarhýru.
Stk. 13. Undir uppiløgu, verftsuppihaldi v.m. av tí skipi, navigatørur og maskinmeistari vanliga ger tænastu umborð á, kann navigatørur/maskinmeistari og reiðari gera skrivliga avtalu um, at navigatørur/maskinmeistari fær loyvi til at gera tænastu við øðrum skipi hjá øðrum reiðara, uttan at missa uppsagnarfreistina, men at hendan tænasta ikki telur við í hansara uppsagnarfreist.
Stk. 14. Reiðarínum verður heimilað at afturhalda í hýruágóða.
Stk. 15. Hevur fiskimaður bíða longri enn 1 mánaða, eigur hann minstuløn fyri ta tíð, hann hevur bíða, tó í mesta lagi fyri 1,5 mánaða.

§ 3. Frítíð
Manningini er heimilað minst 5 vikur samanhangandi frítíð um árið. Tá farið verður í frítíð, skal avtala gerast við skiparan/reiðaran um, nær viðkomandi skal koma umborð aftur. Sama er galdandi fyri skiparan, tó skal hesin gera avtalu við reiðaran.

§ 4. Fráferð
Skiparin skal við uppslagi umborð, áðrenn manningin fer í land, boða manningini frá, nær siglt verður.

§ 5. Heimferð
Tá navigatøørar og maskinmeistarar hava verið mynstraðir við skipi í minst 2,5 mánaðir, hevur hann rætt til fría heimferð..
Stk. 2. Navigatørar og maskinmeistarar skulu tó halda fram í starvinum í upp til ein mánaða, um tað verður mett at skipið í hesum tíðarskeiði kemur í havn, haðani heimferðin fer at kosta munandi minni, ella er munandi lagaligari.
Stk. 3. Fiskimenn hava krav uppá at sleppa heim aftaná 3 mánaðar umborð. Tað kann í ávísum førum farast útum hetta tíðarskeið, um t.d. fiskiskapurin er sera góður, ella um túrur kann gerast liðugur eftir fáum døgum. Hetta skal tó gerast í samráð við manningina. Fiskimaður, ið ikki ger nýtslu av hesum rætti at sleppa heim, heldur áfram, so leingi tørvur er á tí eftir meting hjá skipara og reiðara, men skal tá hava rætt til heimferð eftir í seinasta lagi 3 mánaðum afturat.
Stk. 4. Mynstrað verður ikki av í fremmandari havn, fyrr enn avloysari er komin til skipið og mynstrað er til nýggjan túr. Tó kann reiðari ikki draga túrin út um 3, ávíkavist 3,5 mánaðar, uttan at avloysararnir eru seinkaðir av orsøkum, sum eru reiðaranum óviðkomandi. Maskinmeistari hevur rætt til fría heimferð, sjálvt um avloysari ikki er tøkur.
Stk. 5. Eftir heimferð eru skipari og manning í somu støðu hvat uppsøgn viðvíkur, sum tá ein túrur er endaður.
Stk. 6. Hesar ásetingar viðvíkjandi útmynstringartíðini kunnu broytast við eini seravtalu beinleiðis millum einstøku maskinmennirnar og reiðaríið.
Stk. 7. Um ávísast kann brot á galdandi avtalu ella fráboðanarskyldu í hesum sambandi, verður reiðaríið at rinda maskinmeistara kr. 1.100,- eyka fyri hvønn dag, farið verður útum avtalaðu tíðina.

§ 6. Sjúka
Um maður má bróta túr av vegna sjúku, verður hann í øllum viðurskiftum stillaður á sama hátt, sum tá ið hann fer heim í frítíð.

§ 7. Koyggjuklæðir og reingerð
Koyggjurnar umborð skulu útgerast við forsvarligum madrassum og gerast skal høvuðsreint umborð minst eina ferð árliga.
Stk. 2. Tað áliggur manningini at fara væl um og lata frá sær manningarrúmini í sama standi, sum tá komið var umborð.

§ 8. Arbeiðsklæðir
Skipari og manningin skullu fáa arbeiðsklæðir umborð til innkeypsprís.
Stk. 2. Umborð á verksmiðjutrolarum, har serlig arbeiðsklæði (kitlar og húgvur) verða kravd av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hevur reiðarin skyldu til at lata slík arbeiðsklæði móti at viðkomandi rindar depositum svarandi til innkeypsprísin. Hetta depositum verður goldið viðkomandi aftur, tá latið verður reiðarínum arbeiðsklæðini aftur. Henda afturgjalding av depositum fer fram uttan mun til, um arbeiðsklæðini eru slitin ella ikki.

§ 9. Eykasamsýningar
Menn, sum mynstra umborð við serligari ábyrgd, sum t.d. trolbassi, fjarritari, bátsmaður og fabriksformaður, fáa eina eykasamsýning uppá 0,1 part.
Stk. 2. Teir bátar, sum hava eina størri samsýning, skulu varðveita hesa.

§ 10. Skipsarbeiði
Yvirmenn hava hvør á sínum øki skyldu til at hava eftirlit við øllum skipsarbeiði á túrinum og at búgva skipið út til nýggjan túr.
Stk. 2. Manningin hevur skyldu til at luttaka í øllum skipsarbeiði á túrinum og at rigga skipið til nýggjan túr, um fólkatrot er á landi til hetta arbeiði.
Stk. 3. Undir skipsarbeiði kemur ikki umvæling av skipi, so sum máling og smíðing.
Stk. 4. Teir, ið luttaka, eiga serstaka løn fyri:

a. Tilrigging, herundir at taka útgerð umborð
b. Innskipan av salti, ísi, olju, agni og provianti
c. Landing og umskiping
d. Máling og smíðing á túrinum
e. Arbeiði uppá reiðskap millum túrar
f. Maskinarbeiði millum túrar.

Punkt d. er ikki galdandi fyri Maskinmeistarafelagiði. Undantikið er tó handfaring av reiðskapi við byrjan og enda av túri, sum náttúrliga má roknast at hava samband við túrin, sum t.d. at taka reiðskap í land, tá komið verður inn og at taka hann umborð aftur, tá farið verður avstað aftur.
Stk. 5. Løn fyri hetta arbeiði er vanliga tímalønin í Føroyum + frítíðarløn, tó kann akkord verða avtalað.
Stk. 6. Skipari, ið arbeiðir umborð á fiskifari millum túrar, veður løntur við kr. 125,00 um tíman, umframt frítíðarløn. Stírimaur, ið arbeiðir umborð á fiskifari millum túrar, verður løntur við kr. 115,00 um tíman, umframt frítíðarløn.
Stk. 7. Løn fyri landing í fremmandari havn skal tó ongantíð vera minni enn tann í landingarhavnini galdandi løn.
Stk. 8. Motorpassarar, ið arbeiða umborð á fiskifari millum túrar við umvælingararbeiði o.t., verða løntir við handverkaraløn + kr. 5,00 eyka um tíman.
Stk. 9. Maskinmeistarar, ið gera umvælingararbeiði umborð undir klárgering ella millum túrar, verða løntir við kr. 155,00 um tíman + frítíðarløn..
Stk. 10 . Tá ið manningin landar kraftblokkaskip við pumpum úr tangum verður latið kr. 20,00 fyri tonsið, tá landað verður til matna, og kr. 20,00 fyri tonsið, tá landað verður til ídna. Býtt verður millum teirra, sum luttaka í landingini. Um kokkur er umborð fær hesin sama part sum teir, íð luttaka í landingini. Stýrimaður/maskinmeistari avgera, hvør á sínum øki, hvørjir luttaka í landingini.
Stk. 11. Tá partur av dekkarum og kokkur við nótaskipum fara við skipinum til aðra havn at landa, skulu hesir hava løn sansvarandi § 15, stk. 2.
Stk. 12. Navigatørar og maskinmeistarar, ið er bundnir at skipinum undir landing í Føroyum, eiga rætt til løn smb. § 15 stk. 2.
Stk. 13. Stýrimaðurin hevur ábyrgdina av, at arbeiði, sum verður gjørt umborð, og sum manningin eigur serstaka løn fyri, verður givið upp til reiðaríið. Um tørvur er á tí, verður hetta gjørt við hjálp frá álitismanninum. Maskinmeistari hevur tó ábyrgd av sínum arbeiðsøki.
Stk. 14. Maskinmeistari, ið verður settur til eftirlitisarbeiði í samband við nýbygging ella umvælingar- og umbyggingararbeiði, verður løntur við galdandi daghýru sambært § 15 stk. 2 fyri hvønn dag, viðkomandi er til staðar á arbeiðsplássinum ella ferðast í samband við arbeiðið.

§ 11. Reiðskapur
Reiðskapur skal koma tilgjørdur umborð eftir hesum reglum:

Línuveiða
Stk. 2. Á línuveiðu kemur eitt sett, t.v.s. 750 stykkir á 60 favnar lína tilgjørd umborð. Kemur línan ótilgjørd umborð, verður goldið manningini kr. 43 pr. stk. Henda upphædd verður broytt í sama mun, sum arbeiðara tímalønin broytist í mun til kr. 76,62. Afturat hesum skulu húkarnir koma rippaðir umborð.

Svartkalvaveiða
Stk. 3. Á svartkalvaveiðu við frystiskipum skulu lykkjur til frysting av svartkalva koma tilgjørdar umborð.


Trolveiða
Stk. 4. Á trolarum, sum veiða á heima- og fjarleiðum, skal reiðskapurin verða fiskiklárur, tá farið verður avstað. Hetta merkir, at allur veirur skal vera á trumluni og um neyðugt merktur, leggirnir skulu vera spleysaðir, stykkini á trolinum samanseymaði og leysaði og lemmarnir vera tilgjørdir.
Stk. 5. Umframt hetta, skal fyri tær ymisku leiðirnar vera fylgjandi reiðskapur umborð, tá farið verður:

Heimaleiðir (par- og lemmatrolarar á grynri vatni)
a. 1 fullfíggjað trol, kúlað og við posa og grunni undirsligið, klárt at koyra út.
b. 1 sett av yvir-, millum (ikki partrolarar) og undirbreidlum og 1 sett av fiski- og vinglínum.
c. Lemmatrolarar: 2 millumstykki, 1 posi, 2 veingjastykki og 2 bellplátur.
d. Partrolarar: 2 millumstykkir og 1 posa.

Djúpvatnstrolarar (yvir 1800 HK) á heimaleiðum
a. 1 fullfíggjað trol í hvørjum trolbana við posa, kúlað og við grunni, undirsligið, klárt at koyra út.
b. 1 fornet við kúlum og belli
c. 3 sett av yvir-, millum og undirbreidlum og 1 sett av fiski- og vinglínum.
d. 2 millumstykki, 1 posi, 2 veingjastykki og 2 bellplátur.

Fjarleiðir
a. 2 fullfíggjað trol við kúlum, posa og grunni, klár at sláa undir.
b. 2 fornet við kúlum og belli
c. 4 sett av yvir-, millum- og undirbreidlum og 2 sett av fiski- og vinglínum.
d. 2 millumstykki, 2 posar, 5 veingjastykki (t.v.s. 2,5 pør) og 5 bellplátur.

Skip, ið royna við tvítroli:
e. 3 fullfíggjað trol við kúlum, posa og grunni, klár at sláa undir.
f. 3 fornet við kúlum og belli
g. 6 sett av yvir-, millum- og undirbreidlum og 3 sett av fiski- og vinglínum.
h. 3 millumstykki, 3 posar, 8 veingjastykki (tvs. 4 pør) og 8 bellplátur.

Avrokning
Stk. 6. Kemur reiðskapur ótilgjørdur umborð, skulu skipari og manning fyri hetta arbeiði verða avroknað samb. grein 10 stk. 5 og stk. 6. Manning og reiðarí kunnu tó á hvørjum skipi avtala serstakar avrokningarreglur.

§ 12. Rúsdrekka og Royking
Stk. 1. Manningini er ikki loyvt at taka rúsdrekka við umborð uttan loyvi frá skipara ella honum, sum er í skiparans stað. Annað rúsevni er bannað umborð.
Stk. 2. Royking verður bannað í felagshølum umborð.

§ 13. Útgerð
Hvørja ferð, skipið verður útgjørt, skal reiðarin lata avrit av útgerðarlistanum umborð, sum vísir útreiðslur til alt tað, sum manningin hevur skyldu at taka lut í eftir sáttmálanum. Listin skal umframt reiðara verða undirritaður av stýrimanni, meistara og/ella kokki.
Stk. 2. Viðvíkjandi útgerð til skipið sbr. 1. stk. eiga stýrimaður, meistari/motorpassari og kokkur undir umsjón skiparans at ansa eftir, hvør á sínum øki, at øll útgerð, sum kemur umborð, verður roknað eftir heilsøluprísi + møguligt flutningsgjald.
Stk. 3. Verður ósemja um útgerðina, verður hon avgjørd av monnunum, sum nevndir vóru.
Stk. 4. Skipari, meistari og kokkur hava skyldu til, hvør á sínum øki, at krevja øll skjøl, og kanna hesi, fyri alt tað, sum verður keypt í útlondum, hesi skjøl verða handaði skiparanum. Skiparin handar reiðarínum hesi eftir heimkomu.

§ 14. Kokkurin
Kokkurin hevur skyldu til at reinska og halda øll matgerðaramboð í heilsufrøðisliga forsvarligum standi.
Stk. 2. Kokkar, fáa á øllum veiðihættum, uttan á trolveiðu eftir ídnaðarfiski og á laksaveiðu, 1/4 part eyka umframt fiskipartin.
Stk. 3. Vegna teirra arbeiði við proviantering v.m. millum túrar, fáa kokkar kr. 50,00 pr. dag komandi túr.
Stk. 4. Kokkar á trolveiði eftir ídnaðarfiski og á laksaveiði fáa tó kr. 80,00. Henda upphædd verður hækkað á sama hátt sum aðrar upphæddir, ið fylgja arbeiðaratímalønini.
Stk. 5. Tá manningartalið er 21 ella yvir, hevur kokkurin rætt til kokkadrong. Er manningartalið 30, allir íroknaðir, hevur kokkurin rætt til 2. kokk. 2. kokkur fær 1/8 part eyka. Tá fleiri enn 2 kokkar eru við einum skipi, fær 2. kokkur 1,20 part og 3. kokkur 1,125 part.
Stk. 6. Hetta er galdandi tá serreglurnar ikki áseta nakað annað.

§ 15. Niðursigling
Tá siglt verður úr Føroyum til søluhavn uttanlands, útnevnir skiparin ta manning, hann vil hava við.
Stk. 2. Fyri niðursigling verður avroknað til:

Skipara kr. 1.474,00 um dagin
1. stýrimann kr. 1.105,00 um dagin
2. stýrimann kr. 1.016,00 um dagin
Maskinstjóra kr. 1.458,00 um dagin
1. meistara kr. 1.105,00 um dagin
2. meistara kr. 1.016,00 um dagin
3. meistara kr. 1.016,00 um dagin
Motorpassara kr. 1.105,00 um dagin
Kokkin kr. 1.105,00 um dagin
Manningina kr. 974,00 um dagin

Stk. 3. Niðursiglingarhýra verður broytt í sama mun, sum arbeiðaratímalønin broytist í mun til kr. 96,50
Stk. 4. Øll niðursiglingarhýra fer av óbýttum.
Stk. 5. Hýra til søluhavnina verður roknað frá tí degi, skipið fer úr Føroyum til tann dag, skipið kemur aftur, báðir dagar íroknaðir. Frádráttur fyri niðursiglingarløn skal bert vera fyri teir dagar, sum hava beinleiðis samband við uppskipan av veiðuni.
Stk. 6. Fer skipið beinleiðis frá fiskimiðinum til sølustaðin uttanlands við allari manningini umborð, ella verður tað av arbeiðsviðurskiftum á sølustaðnum neyðugt, at øll manningin siglir við veiðuni til útlandið at taka lut í uppskipanini, verður eingin eykahýra goldin eftir øðrum stk. greinarinnar.
Stk. 7. Tá farið verður til marknað við allari manningini, og ein partur fer heim, skulu teir, sum eftir eru, fáa niðursiglingarløn eftir vanligum reglum.
Stk. 8. Um skipið fer beinleiðis til umvælingar uttanlands eftir uppskiping verður niðursiglingshýra at galda frá tí degi, liðugt er at skipa upp.
Stk. 9. Niðursiglingshýra verður eisini galdandi, tá farið verður við skipinum til útlandið til umvælingar ella umbygging v.m. Í hesum føri er maskinstjóraheitið eisini galdandi fyri motororku undir 3000 KW.
Stk. 10. Um ikki er møguligt at búgva og skaffa umborð, verður hetta goldið av reiðarínum.

§ 16. Avrokning
Reiðaríið letur skipara og manning avrokning og ágóða í seinasta lagi 2 vikur eftir at veiðan er landað og seld.
Stk. 2. Fæst veiðan ikki seld innan 4 vikur frá landing, skulu skipari og manning fáa eina fyribilsavrokning, grundað á ácontogjald frá honum, ið selur fongin.
Stk. 3. Tá 90% av veiðuni eru seld, og útlit ikki eru fyri, at restin verður seld innan rímuliga tíð, skal endaliga avrokningin verða gjørd, har prísurin fyri tey 90% verður roknaður sum miðalprísur fyri alla lastina.
Stk. 4. Allar avrokningar skulu hava eina sundurgreining av søluvirðinum. Tá skip og virki hoyra saman, skal manningini verða tryggjað avrokning eftir marknaðarprísum.
Stk. 5. Har skipari og manning luttaka í ávísum útreiðslum, skal á avrokningini verða tilskilað nøgd og prísir á teimum útreiðslum, sum manningin luttekur í.
Stk. 6. Avrokningar og kontouppgerðir verða standardiseraðar, soleiðis sum feløgini koma ásamt um.
Stk. 7. Tá manningarágóði ikki verður goldin rættstundis, t.v.s. í seinasta lagi 30 dagar aftan á søludagin, verður hann rentaður við 1,5% fyri hvønn byrjaðan mánaða, eftir at túrurin átti at verið avroknaður.
Stk. 8. Tá ið manningarágóði á ísfiskaskipi ikki verður goldin rættstundis t. v. s. í seinasta lagi 14 dagar aftaná søludagin verður hann rentaður við 1,5% fyri hvønn byrjaðan mánaða, eftir at túrurin átti at verið avroknaður.
Stk. 9. Reiðaríið sendir avrit av avrokning við manningarlista til øll manningarfeløgini eins og Føroya Reiðarafelag innan tær freistir, sum eru nevndar omanfyri.
Stk. 10. Um manningarfelag ynskir tað, hevur reiðari skyldu til at lata teimum upprunaligu roknskaparskjølini til eftirhyggjan. Somuleiðis hava manningarfeløgini rætt til tilfar, sum vísir hvussu avrokningarfreistin verður hildin.
Stk. 11. Tað áliggur manningarfeløgunum at innkrevja møguliga rentu frá einstøku reiðarunum.
Stk. 12. Tá fiskur verður seldur, annahvørt á uppboðssølu, til fiskavirki ella annan fiskakeypara í Føroyum ella uttanlands, hevur reiðarin ikki loyvi til at brúka tann partin av søluvirðinum, sum svarar til hýruna hjá skipara og manningini, hvørki javnbýtispartar, eykapartar ella frítíðarlønina til annað enn hýru til skipara og manning, frádrigið møguligt forskot frá Forskotsgrunninum.
Stk. 13. Hýran skal setast á serstaka hýrukonto. Hetta førir við sær, at reiðarin ikki uttan loyvi frá viðkomandi manningarfelag hevur rætt til at veðseta tann partin av veiðuni, sum svarar til frábýtisrættin.
Stk. 14. Hjá skipum, sum fyribils fara á aðra veiðu, sum eingin sáttmáli er fyri, skal teirra vanligi sáttmáli verða galdandi, um ikki mynstrað verður uppá annan góðkendan sáttmála. Hetta stk. er bert galdandi fyri Føroya Fiskimannafelag.

Tá maður fer av á túri
Stk. 15. Tá maður fer av á túri, skal hann avroknast eftir tí sum gevur mest av hesum møguleikum:
1. Avrokning eftir dagatali.
2. Eftir teirri veiðu, sum viðkomandi hevur verið við til.

Avloysing
Stk. 16. Tá maður loysir annan av á túri, skulu báðir fáa part eftir miðaltalinum av avrokning eftir dagatali og eftir teirri veiðu, sum viðkomandi hevur verið við til.

§ 17. Frádráttir
Í øllum sáttmálum fer proviantur av óbýttum við kr. 81,36 pr. dag pr. mann. Upphæddin verður at prístalsviðgera við prístalinum pr. 01.01.03 sum grundarlagi.
Stk. 2. Pakkitilfar verður loyvdur frádráttur í øllum sáttmálum. Tó undantikið serreglur um alternativa veiðu §49.
Stk. 3. Avgjøld fyri fiskiloyvir av einum og hvørjum slag ganga av óbýttum, tó er keyp av føroyskum kvotum og/ella fiskidøgum millum føroysk skip ikki loyvdur frádráttur.
Stk. 4. Er søluúrslitið so vánaligt, at manningarparturin ikki røkkur til at gjalda proviantútreiðslurnar, hevur reiðarin ikki heimild til at krevja henda pening inn.
Stk. 5. Skipari og manning hvørki fáa ella lata endurgjald fyri tann fisk, sum vant er at hava til agn ella mat umborð.
Stk. 6. Reiðaríið rindar allar eykasamsýningar/partar.

§ 18. Frábýtisrættur
Frábýtisrættur er galdandi á øllum veiðihættum.
Stk. 2. Skipari og manning fáa prosentvísan part av veiðuni frábýttan, tá ið meirilutin krevur tað, áðrenn byrjað verður at skipa upp veiðuna.
Stk. 3. Tann parturin av veiðuni, sum skipari og manning kunnu býta frá, kann avmarkast til tann prosentpart, sum er ásettur í hvørjum sáttmála, um reiðarin bindur seg til at avrokna frítíðarløn og eykapartar eftir tí fiskiparti, sum er fingin við frábýti.
Stk. 4. Øll søla við frábýti má bert fara fram móti neyðturvuligari trygd.
Stk. 5. Felagsútreiðslur verða at býta millum skipara, manning og reiðara sambært býtisprosentinum.
Stk. 6. Reiðarin avroknar partin hjá skipara og manning uttan so at manningarfeløgini biðja um annað.
Stk. 7. Tá ísfiskaskip býta frá, verður tað gjørt sambært treytunum í grein 4, stk. 4 í reglugerðini fyri telefonuppboðssøluna, har ásett er, at í bodnu upphæddini er íroknað landing, klárgering av lastini, fríur ísur og kontantgjald. Hetta merkir, at reiðarin er leysur av hesum og øllum útreiðslum fyri partin hjá skipara og manning.
Stk. 8. Viðvíkjandi upphæddum fyri nevndu og møguligum øðrum veitingum verður víst til reglugerð hjá Ráfiskakeyparafelagnum.
Stk. 9. Møgulig ivamál verða tikin upp av feløgunum.

§ 19. Javnbýti
Um ikki annað er tilskilað, so er við javnbýti í tí fylgjandi at skilja, at býtt verður við javnstórum parti millum allar menninar umborð. Ungmenni kunnu tó mynstra fyri 1/2 - 3/4 part.
Stk. 2. Reiðarí, skipari og manning kunnu avtala, at samlaði parturin (t.v.s. avrokning, minstaløn og dagsstudningur) eisini verður býttur til part av skipara og manning, sum er í landi, og sum tí er við á manningarlistanum á avrokningini fyri túrin.

§ 20. Søluvirði
Søluvirði er tann peningaupphædd, sum reiðarin fær fyri veiðuna, tá frádrignar eru útreiðslurnar av at selja fongin, herundir rakstrargjald til sølufelag og tær útreiðslur, ið staðist hava av fonginum, aftaná at hann er landaður. Sølugjaldið skal ikki vera hægri enn veruligi kostnaðurin.
Stk. 2. Hetta vil siga, at skipari og manning eiga ikki at taka lut í útreiðslum av veiðuni, inntil hon er landað, her uppií útreiðslur til landing, har ikki annað er tilskilað.
Stk. 3. Hevur skipið farmagjaldsinntøkur, skulu hesar leggjast afturat søluvirðinum.
Stk. 4. Bjargingarløn, samsýning fyri hjálparveiting o.t., harímillum sleiping, verður býtt sum søluvirði.

§ 21. Frítíðarløn (FSN)
Skipari/stýrimaður, sum eru limir í Føroya Skipara- og Navigatørfelag og mynstraðir við føroyskum fiskiskipi, eiga sama procenttal, sum løgtingslóg um frítíð ásetur av frítíðarløn av einum fiskimannaparti (tað er avrokning og minstaløn og dagstudningur), sum teir eiga sambært sáttmálanum millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag.
Stk. 2. Skipari/stýrimaður fær frítíðarløn av einum fiskimannaparti, tó í minsta lagi frítíðarløn av eini upphædd, ið svarar til fiskimannapartin.
Stk. 3. Útgreinast skal á avrokningini, hvønn frítíðarlønin er flutt til.
Stk. 4. Frítíðarlønin verður at útgjalda saman við avrokningini.
Stk. 5. Verður frítíðarlønin ikki goldin rættstundis, skal 1,5% leggjast afturat fyri hvønn byrjaðan mánaða aftaná forfallsdagin.
Stk. 6. Frítíðarárið verður roknað frá 1/1-31/12.

§ 22. Frítíðarløn (MF)
Maskinmeistarar/maskinistar, sum eru mynstraðir við føroyskum fiskiskipum, eiga sama prosenttal, sum løgtingslóg um frítíð ásetur av frítíðarløn av einum fiskimannaparti (tað er avrokning og minstaløn), sum teir eiga sambært sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag.
Stk. 2. Maskinmeistarar/maskinistar fáa frítíðarløn av fiskimannaparti, tó í minsta lagi av eini upphædd, ið svarar til fiskimannapartin og minstulønina.
Stk. 3. Útgreinast skal á avrokningini, hvønn frítíðarlønin er flutt til. Frítíðarlønin verður at útgjalda saman við avrokningini.
Stk. 4. Verður frítíðarløn ikki goldin rættstundis, skal 1,5% leggjast afturat fyri hvønn byrjaðan mánaða aftaná forfallsdagin.

§ 23. Frítíðarløn (FF)
Allir av manningini, sum eru limir Føroya Fiskimannafelags og mynstraðir við føroyskum fiskiskipi (skiparin undantikin), eiga sama prosenttal, sum løgtingslóg um frítíðarløn ásetir í frítíðarløn av í mesta lagi 1 fiskimannaparti (tað er avrokning, minstuløn og dagstudningur), sum teir eiga sambært sáttmálanum millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag.
Stk. 2. Hann sum hevur mynstrað fyri minni enn heilan part, fær bert frítíðarløn í mun hertil.
Stk. 3. Kokkur fær frítíðarløn av fiskiparti, tó í minsta lagi av eini upphædd, ið svarar til fiskimannapartin og minstulønina.
Stk. 4. Frítíðarlønin fyri túrin fellur til gjaldingar gjøgnum Føroya Fiskimannafelag saman við avrokningini, sama hvussu støðan annars er millum reiðara og fiskimann, eitt nú um fiskimaðurin skyldar reiðaranum pening.
Stk. 5. Verður frítíðarlønin ikki goldin rættstundis, skal 1,5% leggjast afturat fyri hvønn byrjaðan mánaða aftaná forfalsdagin.

§ 24. Frítíðarløn (FMPF)
Motorpassarar, sum eru limir Føroya Motorpassarafelags og mynstraðir við føroyskum fiskiskipi, eiga sama prosenttal, sum løgtingslóg um frítíðarløn ásetir í frítíðarløn av í mesta lagi 1 fiskimannaparti (tað er avrokning og minstuløn), sum teir eiga sambært sáttmálanum millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag.
Stk. 2. Hann sum hevur mynstrað fyri minni enn heilan part, fær bert frítíðarløn í mun hertil.
Stk. 3. Motorpassarar fáa frítíðarløn av fiskimannaparti, tó í minsta lagi av eini upphædd, ið svarar til fiskimannapartin og minstulønina.

§ 25. Tryggingar
Vátrygging
Reiðarin hevur skyldu til at hava fiskalastina eins og manningarognirnar neyðturviliga vátrygdar.
Stk. 2. Kemur vátryggingarpeningur fyri lastina til útgjaldingar, fáa skipari og manning sín part av tryggingarupphæddini, eins og fiskurin hevði verið seldur fyri vátryggingarupphæddina.

Inntøkutapstrygging
Stk. 3. Um skip vegna óhapp ikki sleppur í vinnu sum ætlað, hava skipari og manning rætt til løn fyri inntøkutap, svarandi til 3 mánaðir minstuløn, galdandi frá og við 8. degi, um óhappið førur við sær, at skipið er úr vinnu í meiri enn 14 dagar (14 daga freistin er ikki galdandi fyri Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið). Sama er galdandi fyri tann av partrolaranum, sum ikki sleppur í vinnu sum ætlað vegna óhappið hjá makkaranum.
Stk. 4. Tryggingargjaldið fer av óbýttum.
Stk. 5. Tá skip hava 3 manningar verður sama trygd at verða veitt manningini, sum er í landi.
Stk. 6. Á tryggingarskjalinum skal tilskilast, at útgjaldið fyri inntøkutapstrygging bert verður frígjørt við effektivum útgjaldi.
Stk. 7. Eisini skal verða tilskilað, at Føroya Sjóvátrygging ikki hevur rætt til at mótrokna fyri skuld, sum reiðarin hevur í samband við aðrar tryggingar.
Stk. 8. Tryggingargjaldið verður rindað við einum líkagjaldi fyri skipara og manning, svarandi til tann prosentpart av tryggingargjaldinum, sum samsvarar við býtisprosentið í tí ávísa sáttmála, mynstrað verður eftir.
Stk. 9. Reiðarin hevur ikki skyldu til at gjalda fyri tryggingarsjálvrisiko.
Stk. 10. Endurgjaldið fyri inntøkutapstrygging skal gjaldast teimum, sum veruliga hava mist inntøku vegna tann skaða, sum goldið verður fyri. Eru ivamál, skulu tey avgerast av reiðara og skipara í felag.

Onnur trygging
Stk. 11. Um manningarfeløgini gera avtalu við Føroya Lívstrygging ella aðrar um einhvørja trygging fyri sínar limir, skulu limirnir í Føroya Reiðarafelag medvirka til eina slíka skipan, sum t.d. við at eftirhalda tryggingargjald í avrokningini, og rinda gjaldið so hvørt avroknað verður.

Eftirlønartrygging fyri fiskimenn.
Stk. 12. Avtalað er millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag at fara í holt við skipaða eftirlønaruppsparing fyri fiskimenn, sum eru umfataðir av sáttmálanum. Fyri hvørja avrokning verður flutt á eftirlønarkonto hjá hvørjum persóni upphædd, svarandi til ásvíst gjald pr. mann pr. dag.
Stk. 13. Parturin hjá fiskimanninum verður skuldskrivaður honum í avrokningini. Reiðarin umsitur gjaldið hjá báðum pørtum eins og sjálva skipanina, sum verður gjørd sum ein partur av sjálvari avrokningarskipanini.
Stk. 14. Frá komandi sáttmálaskeiði verður avtalaða upphæddin rindað av pørtunum í lutfallinum 50/50 - um ikki annað verður avtalað.
Stk.15. Í inniverandi sáttmálaskeiði verða gjøldini hesi:
Frá 1. juli 2002 til 31. juni 2003 verður partur reiðarans kr. 15,00 pr. mann pr. dag, meðan partur fiskimansins verður kr. 10. pr. dag.
Frá 1. juli 2003 verður partur reiðarans kr. 27,00 pr. mann pr. dag, meðan partur fiskimansins verður kr. 20,00 pr. dag.
Frá 1. juli 2004 verður 1 króna løgd omaná gjaldið hjá báðum pørtum.
Frá 1. juli 2005 verða 2 krónur lagdar omaná gjaldið og 1 króna løgd omaná gjaldið hjá fiskimonnum.
Stk. 16. Sum ein avleiðing av hesi avtalu verður ásetingin um minkandi býtisprosent við minkandi manningartali umborð á "Størru Rækjuskipunum" (§ 47) soleiðis:
Frá 1. juli 2002 til 30. juni 2003 verður ásetingin hækkað úr 19 upp í 20 fyri limir Føroya Fiskimannafelags.
Fyri "Smærru Rækjuskipini" verður javnbýtið fyri sama tíðarskeið fyri somu menn 26,75%
Víst verður annars til nýggja § 40


Eftirlønartrygging fyri maskinmeistarar.
Stk. 17. Avtalað er millum Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelagið av fara í holt við skipaða eftirlønaruppsparing fyri maskinmeistarar, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelagið. Skipanin verður galdandi frá 1. juli 2003 at rokna.
Stk. 18. Parturin hjá maskinmeistaranum verður skuldskrivaður honum í avrokningini. Reiðarin umsitur gjaldið hjá báðum pørtum eins og sjálva skipanina, ið verður gjørd sum ein partur av sjálvari avrokningarskipanini.
Stk. 19. Gjaldið verður rindað av báðum pørtum í lutfallinum 50/50, um ikki annað er avtalað.
Stk. 20. Gjaldið er ásett til kr. 27,00 pr. mann pr. dag.
Stk. 21. Ásetingin í § 20 verður galdandi fyri sáttmálaskeiðið.
Víst verður annars til nýggja § 40

§ 26. Limagjald
Limagjaldið til Føroya Skipara- og Navigatørfelag er ásetta prosentgjaldið av allari hýruni, frítíðarlønin undantikin.
Stk. 2. Reiðaríið hevur skyldu til at taka limagjaldið av hýruni og rinda Føroya Skipara- og Navigatørfelag tað, so hvørt avroknað verður.
Stk. 3. Limagjaldið til Maskinmeistarafelagið er ásett prosentgjald av allari útgoldnari hýru. Reiðaríið hevur skyldu at taka limagjaldið av hýruni hjá øllum maskinmeistarum, sum eru mynstraðir við føroyskum fiskiskipum. Gjaldið verður rindað so hvørt avroknað verður og sent felagnum saman við lista yvir hvørjar persónar, goldið er fyri, og hvussu nógv er goldið fyri hvønn.
Stk. 4. Limagjaldið til Føroya Motorpassarafelag er ásett prosentgjald av einum avrokningarparti. Reiðaríið hevur skyldu at taka limagjaldið av hýruni hjá øllum motorpassarum, sum eru mynstraðir við føroyskum fiskiskipum og rinda Føroya Motorpassarafelag tað, so hvørt avroknað verður.

§ 27. Álitismaður og Trygdarumboð (FF)
Manningin á hvørjum skipi kann velja ein álitismann, sum er millummaður millum skipara og manning og annars talsmaður fyri manningina.
Stk. 2. Tá álitismaður verður valdur, skal skrivliga boðast skiparanum, skrivstovu FF´s og reiðaranum frá, hvør er valdur.
Stk. 3. Álitismaðurin skal virka fyri, at viðurskiftini umborð verða so góð sum gjørligt, og skal hann ikki á nakran hátt leggja seg út í arbeiði umborð og hjá yvirmonnunum.
Stk. 4. Álitismaðurin hevur annars onga serstøðu umborð og er undirgivin somu treytum sum restin av manningini, eisini viðvíkjandi uppsøgn v.m. Tó kann Fiskimannafelagið skjóta eina uppsøgn av álitismanni inn fyri gerðarætt samb. grein 36, um ávísiligar ósakligar orsøkir eru til uppsøgnina.
Stk. 5. Gerðarætturin avgerð møguligt endurgjald til álitismannin, um hann dømir uppsøgnina ósakliga.
Stk. 6. Endurgjaldið kann verða 1,5 mánaða minstaløn.
Stk. 7. Veljast skal trygdarumboð á skipum, ið eru umfataði av hesum sáttmála. Vald umboð skulu umframt at lúka øll krøvd trygdarskeið, hava nøktandi kunnleika og royndir á sjónum. Fiskimannafelagnum veður álagt at fáa manningina at taka hetta stig.

§ 28. Eygleiðarar. (FF)
Eygleiðarar fáa 1.2 part. Reiðarin skal veita ta trygd viðvíkjandi inntøkutrygd, sum møguliga ikki fæst frá tí almenna.

§ 29. Arbeiðs- og liviumstøður (FF)
Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag vilja samstarva - eisini í skipaeftirlitisráðnum fyri at bøta um arbeiðs- og liviumstøður umborð. Hetta umfatar eisini fyribyrging av skaða av gangi. Útvegast skulu møguleikar til at hoyra t.d. útvarp v.m. umvegis serligar hoyriverndar móttakarar. Sjálvar hoyriverndirnar skal hin einstaki útvega, gjalda og hava ábyrgd av.
Stk. 2. Sendarar til nýtslu á samband við hoyriverndarmóttakarar skulu verða umborð í seinasta lagi 1. juli 2004. FF skal hava fráboðan, tá hetta verður gjørt.
Stk. 3. Orsaka av trygdarvirðurskiftum umborð verður tað upp til skiparan at avgerða hvar á skipinum og undir hvørjum umstøðum hoyriverndirnar verða nýttar.

§ 30. Tollfríar vørur
Við langfaraskipum skal manningin fáa tollfríar vørur í tann mun, hetta letur seg gera, tó við teirri avmarking, sum er ásett í grein 12.

§ 31. Gongdin í vinnuni
Feløgini eru samd um at kunna hvørt annað um gongdina í vinnuni í sáttmálaskeiðnum.

§ 32. Avloysaraskipan
Reiðari og manning hava heimild til at gera avtalu um avloysaraskipan, so menn eru ávísa tíð umborð og ávísa tíð í landi, og møguleiki skal vera fyri at einstøku manspartarnir eisini verða býttir til teir, sum eru í landi. Slíkar avtalur skulu tó góðkennast av manningarfeløgunum.
Stk 2. Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið eru samd um, at tað her ikki er talan um, at slíkar ikki kunnu gerast uttan fyrst at spyrja feløgini, men um eina fráboðanarskyldu um gjørdar avtalur.
Stk. 3. Um maskinmeistarar ynskja at gera eina avloysaraskipan við hýruútjavning, so skal reiðarin ganga hesum ynski á møti. Slíkar avtalur skulu frábboðast FR og MF.

§ 33. Inntøkutrygdin
Hesin sáttmáli er treytaður av, at inntøkutrygdin hjá fiskimonnum ikki verður lakari, enn tá hesin sáttmáli varð undirskrivaður.

§ 34. Eftirútbúgving og skeiðvirksemi (MF)
Reiðaríið rindar fyri øll kravd skeið, so sum brandskeið og trygdarskeið, harafturat skal maskinmeistarin hava rætt til 2 vikur á skeiði annaðhvørt ár til at menna sín fakliga og tekniska kunnleika, har reiðaríið skal gjalda skeiðkostnaðin, og maskinmeistarin setur frítíð til fyri at fara á skeið.

§ 35. Eftirútbúgving og skeiðvirksemi (FSN)
Reiðaríið rindar fyri øll kravd skeið, so sum brandskeið og trygdarskeið, har reiðaríið skal gjalda skeiðskostnaðin og skipari/stýrimaður setur frítíð til fyri at fara á skeið. Eftirútbúgving og skeiðsluttøka uttanlanda verður at avtala millum skipara/stýrimann og reiðaríið.

§ 36. Atstøðis næmingar (MF)
Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelagið binda seg til at fáa í lag eina starvsvenjingarskipan fyri SIT-næmingar í maskintøkni. Skipanin skal setast í verk, tá allir formalitetir við Undirvísingar- og Mentamálastýrið eru greiddir. Her meinast við útbúgvingarbók og góðkenning av starvsvenjingarplássi.
Stk. 2. Atstøðisnæmingur-næmingur kann mynstra sum ófulltikin.
Stk.3. Atstøðisnæmingur verður løntur við eini minstuupphædd uppá kr. 7.000,- um mánaðan. Henda upphædd verður javnað um og í tann mun næmingur fær almennan studning.

§ 37. Fastlønarskipan (MF)
Partarnir binda seg til í verandi sáttmálaskeiði at viðgera møguleikarnar fyri at fáa í lag eina fastlønarskipan fyri maskinmeistarar.
Stk. 2. Í hesum sambandi verður gjørt vart við, at neyðugt kann verða fyrst at fáa broytt minstulønar- og dagstudningsskipanina í hvussu er fyri maskinmeistarar, áðrenn slík fastlønarskipan kann setast í verk.
Stk. 3. Partarnir (FR og MF) eru samdir um at seta arbeiðsbólk við 3 persónum frá hvørjum felag, har skrivararnir eru smskiparar, við tí eina endamáli sum eina roynd at gera uppskot til fastlønarskipan fyri skip við maskinorku > 3000 Kw.

§ 38. Trætur
Allar trætur um røttu fatanina av sáttmálanum verða avgjørdar av einum gerðarætti.
Stk. 2. Manningarfelagið velur tvey umboð, Reiðarafelagið tvey og hesir fýra velja ástøðumann.
Stk. 3. Semjast teir ikki um hann, setur rætturin hann út.

§ 39. Vaktarskipanir
Nýggja skipanin við lægri manningarparti við lækkandi manningartali eigur ikki at nerva møguligar vaktarskipanir umborð á teimum ymsu skipabólkunum.

§ 40. Tíðaravmarkað seravtala
Sum ein avleiðing av sera torføru støðuni hjá Rækjuflotanum hava Føroya Reiðarafelag, Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið avtalað:
Stk. 1. Frá 1. juli 2003 verður ásetingin í § 45 “Størru rækjuskipini” um minkandi hýruprosent við minkandi manningartali broytt soleiðis:
• Um manningartalið er 19 ella minni verður broytt til um manningartalið er 21 ella minni
Fyri “Smærru rækjuskipini” verður javnbýtisprosentið broytt úr 27% niður í 26,5%.
Stk. 2. Avtalan verður galdandi fyri sáttmálaskeiðið.

§ 41. Avmarkingar
Fylgjandi reglur í hesum sáttmála verða einans ella partvís at galda millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag: §2 stk 13, §5 stk.1 og 2, §10 stk. 6 og 12, § 21 og § 26, stk. 1 og 2, §35.
Stk. 2. Fylgjandi reglur í hesum sáttmála verða einans ella partvís at galda millum Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelagið: §2, stk.13, §5, stk. 2, 3, 7, og 8, §10 stk 9 og 12, §15 stk. 9, §22, § 26, stk. 3, §32 stk. 2 og 3, §34, §36 og § 37.
Stk. 3. Fylgjandi reglur í hesum sáttmála verða bert at galda millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag: §2, stk. 3, §2, stk. 11, §2, stk. 15, §5 stk. 4, §9, §10 stk. 10 og 11, §16, stk.14, §23, § 25 stk. 12 til 17, §27, § 28 og § 29.
Stk. 4. Fylgjandi reglur í hesum sáttmála verða bert at galda millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Motorpassarafelag: §10 stk. 8, §24 og §26, stk. 4.

§ 42. Uppsøgn
Hesin sáttmáli kann sigast upp við í minsta lagi 3. mánaða ávarðing til ein 1. december, fyrstu ferð 1. december 2000.

FØROYA REIÐARAFELAG FØROYA MOTORPASSARAFELAG

Sáttmálin við Føroya Fiskimannafelag er vorðin endurskoðaður. Hesin sáttmálin kann sigast upp við 2 mánaða ávarðing til ein 1. december, fyrstu ferð 1. december 2004.

Tórshavn, 3. mars 2004

FØROYA REIÐARAFELAG   &   FØROYA FISKIMANNAFELAG




Nýggj tíðindi  Jóhan Dahl kostaði føroy...
Nýggj tíðindi  Umrøddu svartalista á la...
Nýggj tíðindi  Kapitaleftirløn
Nýggj tíðindi  Eiga ikki at fáa loyvi a...
Nýggj tíðindi  Sáttmáli við Føroya Reið...
Nýggj tíðindi  FFU: Føroyskir Fiskimenn...
Nýggj tíðindi  Árið hjá fiskimonnum 2011
Nýggj tíðindi  Seinastu 6 árini er tali...
Nýggj tíðindi  100 ára Føðingardagur
Nýggj tíðindi  Til limirnar í Føroya Fi...
Nýggj tíðindi  Kósin keypir Línubátar
Nýggj tíðindi  Y V I R L I T   .  .  .


Fiskimannafelagið: Melda til og frá tíðindabrævi niðanfyri.

  



Í dag er 23. februar:
Dagurin verður nevndur Papias

Fyri tann, sum vónar er ein framtíð. Fyri tann, sum vil droyma er ein veru ...


Les meira ...